Back

Kavarudding

Mannagongd og raðfesting fyri kavarudding

Í vanligum kavaveðri taka maskinurnar hjá Eysturkommunu sær av ruddingini. Tá talan er um stórkava, verður hjálp tilkallað uttanífrá.

Tá ið ruddað verður, er tað eftir hesari raðfesting.

  1. Vegir, har bussleiðin koyrir og sambýli eru
  2. Aðrir vegir, har skúlar, stovnar o.a. eru
  3. Vegir til vinnuøki
  4. Vegir á sethúsaøki

Saltað verður eftir somu raðfesting sum við kavaruddingini, tó verða bara brekkurnar saltaðar.

Maskinurnar eru stórar og trongt er at grava. Vit biða tí vinarliga um, at maskinurnar fáa frið og pláss at arbeiða. Heitt verður á borgarar at hugsa seg um, hvar bilarnir verða settir, tá kavi legst. Gott hevði verði, um borgarin grevur fyri egnum bili, so hann fæst av vegnum.

Annars eru saltkassar settir ymsa staðni til borgarin at brúka, tá tað er neyðugt. Hav í huga, at lítið salt skal til fyri at smelta ísin.