Back

Húsdjór

Sært tú leysgangandi hundar, seyður á almennum-, sethúsa-, og vinnuøkjum o.a. og onnur djór á almennum økjum, kann hetta fráboðast til politistøðina á tlf. 35 14 48. Tað er altso ikki kommunan, ið er millumlið til aktingarmannin, men bert løgreglan.

Við heimild í løgtingslóg nr. 82 um hundar frá 19.juni 1990 § 3, stk. 2, og lóg nr. 171 frá 18. mai 1937 for Færøerne om hegn og markfred, umframt rættargangslógini, eru hesar reglur galdandi um upptøku av leysgangandi hundum og øðrum dýrum, umframt annað arbeiði.

Um upptøka er framd, verður kunngjørt her á heimasíðuni, um ikki er fráboðað beinleiðis til ánaran.

HUNDAR

Fráboðan um, at hundur gongur leysur á økjunum: gøtu, vegi, breyt ella øki, sum eru opinfyri vanligari ferðslu, verður givin politistøðini, sum gevur boðini víðari til aktingarmannin. Aktingarmaðurin tekur hundin upp, og boðar politistøðini nærri frá upptøkuni.

Hevur upptikin hundur fyrisett spjaldur, boðsendir politiið ánaranum. Hevur hann ikki innan tríggjar ferðir 24 tímar frá tí, boðað er frá, loyst hundin móti at rinda tey gjøld, sum staðist hava av upptøkuni,verður hundurin avhendaður ella avlívaður.

Hevur upptikin hundur ikki fyrisett helsi ella spjaldur, lýsir politiið eftir ánaranum. Hevur ánarin ikki innan tríggjar ferðir 24 tímar frá tí, boðað er frá ella lýst er í svørtu talvunum í kommununi, loyst hundin móti at rinda tey gjøld, sum staðist hava av upptøkuni, kann politiið avhenda ella avlíva hundin.

ONNUR DÝR

Seyður, ross, gæs, dunnur, høsn, kaninir og onnur dýr,sum politiið skal taka sær av sambært § 36 í lov om hegn og markfred og sambært rættargangslógini, verða tikin ímóti eftir áheitan frá politinum.

GJØLD

Hundar:
Fast gjald kr. 300,-
Vistargjald fyri hvørt nýkomið samdøgur í varðveitslu kr. 125,-
 –
Kettur, kaninir, gæs, dunnur, høsn og onnur smádjór:
Fast gjald kr. 125,-
Vistargjald fyri hvørt nýkomið samdøgur í varðveitslu kr. 35,-
 –
Seyður:
Fast gjald kr. 125,-
Vistargjald fyri hvørt nýkomið samdøgur tey fyrstu í varðveitslu
6 samdøgrini seyðurin er í varðveitslu (pr. samdøgur)
kr. 60,-
Vistargjald fyri eftirfylgjandi samdøgur (pr. samdøgur) kr. 35,-
 –
Ross og onnur stórdýr:
Fast gjald kr. 600,-
Fóður fyri hvørt nýkomið samdøgur í varðveitslu (uttandura) kr. 125,-

 

Aktingarmaðurin og løgreglan taka støðu til gjaldið, um ivamál eru, t.d. viðvíkjandi tali/aldri av djóri ella varðveitslutíð.

ÚTFLÝGGJAN

Útflýggjan av hundum og smádjórum fer fram á politistøðini tvær ferðir um dagin: kl. 09.00 og kl. 17.00 gerandisdagar. Tó verða seyður og stórdjór útflýggjað beinleiðis frá varðveitslustaðnum. Um djórið ikki verður heintað, tá avtalað er, hevur aktingarmaðurin ikki skyldu at útflýggja djórið, og ánarin hevur tí skyldu at gjalda meirkostnaðin og gera nýggja avtalu um útflýggjan við politiið.