Back
Mynd: Momo

Tónleikasamtakið Grót

Tónleikasamtakið Grót hevur sum endmál at menna tónleikaliga umhvørvið í økinum, har limir felagsins eru. Somuleiðis at tey, sum fáast við tónleik, verða eggja at halda áfram og mennast til gleði fyri øll, ið hámeta tónleik. Harafturat arbeiðir Grót fyri, at fleiri fáa áhuga at byrja við tónleikinum, og at tónleikarar eins væl og áhoyrarar fáa høvi at hittast og samvirka og harvið stuðla, eggja og hjálpa hvørjum øðrum.

Tónleikasamtakið Grót skipar regluliga fyri m.a. konsertum í Tøting í Syðrugøtu.

Finn Tónleikasamtakið Grót á Facebook