Back

Gøtu Fornminnissavn

Gøtu Fornminnisfelag varð av fyrstani tíð stovnað hin 16 desember 1969, og er endamálið hjá felagnum at varveita fornminni og vekja áhuga fyri hesum.

Í 1995 varð avgjørt at søkja um at koma undir bygdasavnslógina. Til hetta kravdist, at nýtt felag varð stovnað, ið skuldi hava dagliga raksturin. Hetta hevði við sær at Gøtu Fornminnissavn varð stovnað tann 6. august 1995. Felagið fekk góðkenning 16. oktober 1996.

Virksemi hjá felagnum hevur serliga verið at vísa ferðafólki runt í Blásastovu, hoyggjhúsinum, ið hoyrir til Blásastovu, Glyvrahanusarhúsi og kirkjuni.

Savnið hevur opið frá 15. mai til 15. september.

Mánadagar, týsdagar, leygardagar og sunnudagar kl. 14:00-16:00.

Í juli mánaða, verður savnið opið hvønn dag, kl. 10:00-16:00, við rundvísingum kl. 14:00 og 15:00. Tó undantikið sunnudagar, tá savnið er opið kl. 14:00-16:00.

Kostnaður fyri at vitja savnið er 50 kr. pr. høvd.

Rundvísingar kosta 75 kr. pr. høvd.

Annars er savnið opið eftir avtalu. Vinarliga ring til til Árant Hansen, á tlf. +298 22 27 17.

Sí meira her.