Back

Fornminnisfelagið í Leirvík

Í 1999 byrjaði ein 5 manna bólkur at arbeiða fyri at ogna sær gamla skúlan í bygdini frá 1883, sum Føroya Stórlosja átti. Skúlin var í rættiliga ringum standi, og hóast ymsir tónleikabólkar í bygdini høvdu brúkt hann sum venjingarhøli seinastu 25-30 árini, stóð hann tá tómur.

5 manna bólkurin, sum kallaði seg “Áhugabólkurin Gamli Skúli” var Justinus K. Eliassen, Sakaris Guldbro, Ansvein Heinesen, Hákun Andreasen og Kristian Martin Eliasen.

Føroya Stórlosja vísti áheitanini frá áhugabólkinum um at keypa Gamla Skúla vælvild og varð hann keyptur 22. juli 2000 frá Føroya Stórlosju.

Ætlanin við keypinum var at bjarga bygninginum, tí hann var mettur at hava stóran søguligan týdning fyri bygdina. Somuleiðis var ætlanin at arbeiða fyri at seta bygningin í upprunaligan stand, soleiðis at hann kundi hýsa einhvørjum, sum hevur bygdasøguligan týdning.

Tað var ongantíð ætlan áhugabólksins, at hann framyvir skuldi standa sum eigari av skúlanum, og 22. september 2003, varð áhugafelagið Fornminnisfelagið í Leirvík stovnað, og Bygdasavnið “Gamli Skúli” varð stovnað á eykaaðalfundi hjá Fornminnisfelagnum í Leirvík 08. desember 2003.

Síðan stovnanina, hevur virksemið hjá Bygdasavninum mest verið at seta Gamla Skúla í stand, men í 2008 útgav Fornminnisfelagið ein bókling um útgrevsturin av víkingagarðinum á Toftanesi. Bóklingurin er á donskum og enskum.

Nevndin í Fornminnisfelagnum og Bygdasavninum Gamli Skúli er:

  • Hákun Andreasen, formaður, tlf. 743135
  • Jan D. Vang, næstformaður
  • Kristian Martin Eliasen, skrivari og kassameistari
  • John D. Joensen