Back

Báta- og Listasavnið

Báta- og Listasavnið í Leirvík er í hølunum í gamla Turkihúsinum á havnaøkinum í Leirvík.

Í mai 2000 lat Báta- og Listaasavnið í Leirvík á fyrsta sinni upp fyri almeninginum. Talan er í stóran mun um lutir, ið Jórun og Osmund Justinussen hava savnað saman. Í savninum eru fleiri gamlir føroyskir bátar og ørgrynna av ymiskum lutum, ið lýsa tíðarskeiðið, tá árabáturin var álitið, sera væl. Á savninum er eisini ein long røð av málningum eftir Jóannis Kristiansen og Sámal Toftanes.

Á heysti 2012 avhendaðu hjúnini Jórun og Osmund Justinussen, Báta- og Listaasavnið til Sjálvsognarstovnin “Báta- og Listasavnið í Leirvík” og bygningin hjá Sjóborg til Eysturkommunu

12. februar 2018, á 100 ára føðingardegi listamálarans, lat upp forkunnug serframsýning við einum hópi av málningum eftir Jóannis Kristiansen. Hendan 100-ára framsýning hongur frammi alt summarið 2018, eins og fasta framsýningin við m.a. Sámal Toftanes og øðrum listafólkum úr Leirvík.

Báta- og Listasavnið er opið um summarið. Frá 1. apríl til 1. september eru upplatingartíðirnar hesar:

Týsdag og hósdag kl. 14:00-16:00.

Kostnaður fyri at vitja savnið er 50 kr. Ynskja tit at fáa kaffi og smákøkur í samband við vitjanina, er prísurin 75 kr. Gott hevði verið um hetta kundi verið bílagt ein dag frammanundan.

Bólkar og onnur áhugaði kunnu ringja á tlf. 73 01 50.