Back

Lávusarhús

Endamáli við húsinum er, at fólk í okkara kommunu, sum sita heima og skapa ymiskt handaligt, hava møguleikan at finna saman, vísa síni avrik og selja.

Vit eru vælvitandi, at fleiri fólk við skapandi evnum sita runt um og evna eitt gott handverk, men teirra handverk/list sær sjálvdan dagsins ljós.

Ætlanin er, at húsið kann verða ein sýnisgluggi hjá hesum fólkum, og at opna eina spennandi sølubúð við bæði traditionellum, hondgjørdum lutum og nýskapandi handverki og list.

Byrjað varð við eini sera áhugaverdari og fjølbroyttari jólasølu í desembur 2009. Lávusarhús halda til í gomlu hølunum hjá Føroya Banka niðri á Bakka 2 í Leirvík.

Tær sum standa fyri hesum tiltakinum eru:

  • Hallbjørg Eliasen
  • Sonja Joensen
  • Elenora Heinesen
  • Rannvá Gøte
  • Elsie Djurhuus
  • Lilly Justinussen

Sølubúðin er opin hesar dagar:

  • Týsdag: 19.00 – 21.00
  • Hósdag: 19.00 – 21.00
  • Leygardag 14.00 – 17.00