Back

Kvøldskúlin

Seinasta kvøldskúlaár gingu 250  næmingar í kvøldskúlanum hjá Eysturkommunu. Tá bjóðaðu vit 22 skeið, og í ár fara vit at bjóða stóran part av somu skeiðum út aftur. Harumframt fara vit at bjóða 9 nýggj skeið í ár.

Onnur spennandi skeið eru eisini í umbúnað og verða bjóðað út seinni í ár.

Tilmelding

Næmingar, ið ætla sær í kvøldskúla í Eysturkommunu, kunnu tekna seg frá 29. september til 9. oktober 2017. Øll undirvísing er treytað av nóg stórari luttøku.

Luttøkugjaldið verður goldið á konto 6460-160.370.3 hjá Eysturkommunu. Viðmerk vinarliga navn tygara og skeiðsheiti. 

Hevur tú spurningar um kvøldskúlan, kanst tú venda tær til kvøldskúlaleiðaran á tlf. 73 00 28.

Almenn frítíðarundirvísing

FERÐALEIÐARI Í EYSTURKOMMUNU

Ferðafólk floyma til Føroya, og Eysturkommuna vil fegin vísa seg fram á frægasta hátt. Ferðavinnan er eitt gott høvi at fáa eina inntøku, og tískil verður skipað fyri skeiði at leiða ferðafólk upp um Leirvíksfjall, framvið Gøtugjógv o.a.

Skeiðið er í høvuðsheitum praktiskt, t.v.s. at gingið verður til støðini. Á skeiðinum verður greitt frá staðarnøvnum, hvar er tryggast at ganga og um tryggingar. Harumframt fær tú skeið í fyrstuhjálp.

Tilmelding: Árant Hansen, tlf.: 222717 og Kristian Martin Eliasen, tlf.: 213253.

Byrjað verður: eftir nærri avtalu við undirvísararnar.

Kostnaður: 300 kr.

FØROYSKT TRÆSKIPASMÍÐ

Í samband við at FD 343 Gæsa (Brynhild) verður umvæld á bryggjuni í Norðragøtu, verður skipað fyri skeiði innan føroyskt træskipasmíð. Evnini, sum verða viðgjørd, eru fylgjandi:

  1. Heiti og nøvn umborð á skipi
  2. At lesa skipstekningar og mátibrøv
  3. Plankar & bond
  4. Bolting, spíking, kalfatring og at bika
  5. Útbúnaður og tilrigging
  6. Mastur og segl
  7. Viðlíkahald av træverki (oljur og máling)
  8. Tilfar til træbátar
  9. Amboð til træskipasmíð 

Undirvísari: Eli Joensen, skipstimbrari

Tilmelding:  ring til Arna Petersen, tlf.: 223360

Byrjað verður: 5. oktober 2017

Kostnaður: 100 kr.

Staður: Torvalds Kaffi, mánadagar frá 19.30 – 22.00.

TRÆSMÍÐ

Endamálið við skeiðinum er at evna lutir úr træi við atliti at førleikanum hjá luttakaranum. Eisini verður møguleiki at læra at dreyga lutir úr træi.

Undirvísarin kemur við uppleggum, hugskotum og góðum dømum um arbeiðshátt.

Tilmelding: Signar á Reynatrøð, tlf.: 258500.

Undirvíst verður 6 týskvøld, frá kl.18-21 og byrjað verður 17. oktober  2017.

Kostnaður: 300 kr. + tilfar.

Staður: í Gøtu skúla.

GRUNDSKEIÐ Í FRÍTÍÐARKAVING – PADI OPEN WATER DIVER

Skipað verður fyri grundskeiði í frítíðiarkaving, ella tað sum eisini verður rópt fyri “Padi open water diver”. Við hesum skeiðinum fært tú eitt altjóða góðkent frítíðar-kavaraprógv.

Skeiðið verður skipað soleiðis:

  • 6 kvøld í teori
  • 2 kvøld í svimjihøll
  • 2 kvøld á sjónum (2 kav hvørja ferð)

Skeiðið er á 35 tímar. Pláss er fyri 14 næmingum.

Skeiðið byrjar eftir nærri avtalu við læraran.

Tilmeldingin: faroedive@faroedive.fo

Undirvísari: Janus Joensen frá FaroeDive

Kostnaður: 2.000 kr.

STUTT SKEIÐ UM GRIND – 4 KVØLD

Stutt skeið um grind. Skeiðið er ætlað ungum/óroyndum, men øll eru vælkomin.

Á skránni verður:

  1. Nýggja grindalógin
  2. Grindafráboðan
  3. Grindarakstur 
  4. Halda grind til
  5. Sjálvt drápið v.m.
  6. Uppskering og býti
  7. Hagreiðingin heima

Tilmelding: kvoldskulin@eystur.fo   

Kostnaður: 100 kr.

Byrjað verður: hóskvøldið 19. oktober kl. 19.00 í Gøtu skúla.

SAMANSPÆL INNAN RÚTMISKAN TÓNLEIK

Hevur tú fingið grundstøðið í at spæla eitt ljóðføri, hevur tú nú møguleika at menna teg víðari í kvøldskúlanum hjá Eysturkommunu.

Hevur tú førleikar á ljóðførum so sum gittara, bassi ella øðrum streingjaljóðføri, trummum ella øðrum ásláttri, klaver ella ljómborði, er hetta akkurát nakað ið kann menna teg víðari tónleikaliga.

Skipað verður fyri undirvísing í samanspæli innan rútmiskan tónleik. Hetta verður skipað á tann hátt, at fleiri næmingar á ymiskum ljóðførum, skulu læra og mennast at spæla saman í bólki. Undirvíst verður tveir tímar um vikuna.

Meiri kunning um skeiðið fæst við at ringja til Sólarn Solmunde á tlf.: 291258

Tilmelding: kvoldskulin@eystur.fo  

Kostnaður: 300 kr.

Staður: Tøting í Syðrugøtu.

SANGSKEIÐ - EINSTAKLINGAUNDIRVÍSING

Kvøldskúlin í Eysturkommunu skipar fyri einstaklingaundirvísing í sangi í vetur. Útgangsstøðið er, at øll kunnu læra at syngja.

Umframt at læra at brúka tína rødd, verður dentur eisini  lagdur at: 

  • hvíla í/við síni egnu sangrødd 
  • tora at líta á seg sjálvan

Tilmelding: Herdis Klein, tlf.: 210410.

Kostnaður: 300 kr.

Staður: Leirvíkar skúli. Týsdag frá kl. 16.00.

RØRSLA FYRI ELDRI

Skeiðið byrjar eftir nærri avtalu við læraran.

Tilmelding: Guðrun Malena Hansen, tlf.: 273164.

Kostnaður: 300 kr.

Staður: Dagtilhaldið í Gøtubrá - Norðragøta. 

Nær: Týsdag kl. 15.15 og hósdag, kl. 15.15.

KOM OG RØR TEG

BodyBalance.

Pilates & Slim venjingar (stramma upp) - Búkvenjing– góðar venjingar fyri lør og rumpu.

Eitt sindur av Zumba Mix & Styrki (nakrir fáir dansir).

Tilmelding: Guðrun Malena Hansen, tlf.: 273164

Byrjað verður: mánadagin 16. oktober 2017

Kostnaður: 500 kr.

Staður: Gøtu skúli. Mánakvøld kl. 18.00 – 20.00

GLASLIST

Møguleiki er at gera prýðislutir og smáar skálir.

Pláss verður fyri 10 næmingum.

Tilmelding: Sædis Eilifsdóttir, tlf.: 229298.

Staður: Gøtu skúli. Undirvíst verður 4 týskvøld kl. 18.00 – 21.00.

Kostnaður: 500 kr. + tilfar.

HONDARBEIÐS/ÍTRIVSKVØLD Í GLYVRAHANUSAR HÚSI

Í vetur verður skipað fyri hondarbeiðs/ítrívskvøldi í hugnaliga umhvørvinum í Glyvrahanusar húsi.

Tilmelding: fer fram tá møtt verður, ella við at ringja til Katrin Joensen á tlf.: 213075.

Byrjað verður: 19. oktober 2017.

Kostnaður: 50 kr.

Staður: Glyvrahanusar hús, hósdagar frá 19.00 – 22.00.

MASKINBINDING (VIKUSKIFTISSKEIÐ)

Lær at nýta tína bindimaskinu. Lær at gera útrokningar til plaggið, ið tú ætlar at binda. Bint pløgg til húskið og býlið, einkul ella meira avbjóðandi. Vit geva frálæru til bæði roynd og óroynd. 

Tilmelding: Laura Hentze, tlf.: 282157 ella Erika Danielsen, tlf.: 581615

Kostnaður: 300 kr.

Staður: Gøtu skúli.

KREATIVT PERLUARBEIÐI

Arbeitt verður kreativt við perlum generelt. Eitt nú grønlandsperlum, hamaperlum, mini- og midi perlum.

Undirvísarin kemur við uppleggum, hugskotum og góðum dømum um arbeiðshátt.

Tilmelding: Tony í Lon, tlf.: 272505.

Kostnaður: 50 kr. + tilfar.

Staður: Gøtubrá, hósdagar, kl. 16.00-18.00.

MYNDLIST

Lær ymiskar mannagongdir ella arbeiðshættir at mála og tekna. Arbeitt verður við litlæru og við ymiskum sløgum av máling. Undirvíst verður bæði ungum og eldri.

Tilmelding: Sabina Poulsen, tlf.: 595064.

Byrjað verður: eftir nærri avtalu við læraran.

Kostnaður: 300 kr. + tilfar.

Staður: húsini hjá Lions Club við Gøtugjógv.

SRC/ROC/VHF-RADIOSKEIÐ

Skeiðið byrjar eftir nýggjár eftir nærri avtalu við læraran.

Tilmelding: Steintór Jacobsen, tlf.: 228210.

Kostnaður: 300 kr. Staður: Gøtu skúli.

ÆTTARGRANSKING Á TELDU

Endamálið við grundskeiðinum er at læra næmingar at finna fólk á internetinum og at tasta inn, síggja og fáa tey út aftur úr telduforritinum Legacy.

Skeiðið er eitt grundskeið, har dentur verður lagdur á, at næmingurin fær grundleggjandi vitan um forritið og sjálvur verður førur fyri at skriva inn í forritið og at prenta útaftur.

Tað er avgjørt ein fyrimunur at duga at brúka teldu á grundstigi.

Tilfar: Næmingurin skal hava eina farteldu , sum skal koyra við Windows. Um næmingurin ikki hevur forritið Legacy, so fáa vit tað lagt inn og sett upp.

Skeiðslongd:  Undirvíst verður hósdagar kl. 19.00 – við 4 tímum á 45 minuttir í 20 vikur. Byrjað verður hósdagin 19. oktober 2017.

Málbólkur: Øll við áhuga fyri ættargransking

Tilmelding: Kári Thorsteinsson, tlf.: 210075, ella á karithor@olivant.fo

Kostnaður: 300 kr.

Staður: Gøtu skúli

KLAVERSPÆL

Endamálið er, at hvør næmingur fær spælt tann tónleik, hann hevur áhuga fyri, nótar ella akkordir. Talan er um einstaklingaundirvísing og neyðugt er at venja heima.

Byrjað verður: eftir nærri avtalu við læraran.

Tilmelding: Anja Hansen, tlf.: 741878 – luttakaratalið er avmarkað.

Kostnaður: 300 kr.

Staður: Gøtu skúli. Mikudag frá kl. 16.00.

GITTAR

Gittarundirvísing á byrjunarstøði. Undirvíst verður í nótalæru og akkordum.

Byrjað verður: eftir nærri avtalu við læraran.

Tilmelding: Hugo Leo, tlf.: 297376.

Kostnaður: 300 kr.

Staður: Gøtu/Leirvíkar skúli.

LÆR AT SVIMJA – 50 ÁR+

Skeiðið er fyri fólk, 50 ár ella eldri, sum ikki hava lært at svimja. Skeiðið byrjar eftir nærri avtalu við læraran.

Tilmelding: Olly Óladóttir Poulsen, tlf.: 737338.

Kostnaður: 300 kr.

Staður: Svimjihylurin í Leirvíkar skúla. Mánakvøld kl. 19.00-20.30.

DRAMA

Skeiðið byrjar eftir nærri avtalu við læraran.

Tilmelding: Noomi Reinert, tlf.: 228901.

Kostnaður: 300 kr.

Staður: Losjan Glotti.

Frítíðarvirksemi (14 ár og yngri)

TELVING FYRI UNG (14 ÁR OG YNGRI)

Talv í teori og praksis. Frálæra verður givin, samstundis sum luttakararnir royna seg í talvi.

Luttakaratalið verður avmarkað.

Tilmelding: Reinhold Isaksen, tlf.: 225412.

Skeiðið byrjar eftir nærri avtalu við læraran.

Kostnaður: 300 kr.

SANGSKEIÐ – EINSTAKLINGAUNDIRVÍSING (14 ÁR OG YNGRI)

Kvøldskúlin í Eysturkommunu skipar fyri einstaklingaundirvísing í sangi í vetur. Útgangsstøðið er, at øll kunnu læra at syngja.

Umframt at læra at brúka tína rødd, verður dentur eisini  lagdur á at: 

  • hvíla í/við síni egnu sangrødd 
  • tora at líta á seg sjálvan

Tilmelding: Herdis Klein, tlf.: 210410.

Kostnaður: 300 kr.

Staður: Leirvíkar skúli. Týsdag frá kl. 16.00.  

MYNDLIST/DEKORATION (14 ÁR OG YNGRI)

Lær ymiskar mannagongdir ella arbeiðshættir at mála og tekna. Arbeitt verður við litlæru og við ymiskum sløgum av máling. Undirvíst verður bæði fyri ungum og eldri.

Tilmelding:  Sabina Poulsen, tlf.: 595064.

Skeiðið byrjar eftir nærri avtalu við læraran.

Kostnaður: 300 kr. + tilfar.

Staður: húsini hjá Lions Club við Gøtugjógv.

GITTAR (14 ÁR OG YNGRI)

Gittarundirvísing á byrjunarstøði. Undirvíst verður í nótalæru og akkordum.

Skeiðið byrjar eftir nærri avtalu við læraran.

Tilmelding: Hugo Leo, tlf.: 297376.

Kostnaður: 300 kr.

Staður: Gøtu/Leirvíkar skúli.

KLAVER (14 ÁR OG YNGRI)

Endamálið er, at hvør næmingur fær spælt tann tónleik, hann hevur áhuga fyri, nótar ella akkordir. Talan er um einstaklingaundirvísing og høvi má vera at venja heima.

Skeiðið byrjar eftir nærri avtalu við læraran.

Tilmelding: Anja Hansen, tlf.: 741878 – tað er avmarkað tilmelding.

Kostnaður: 300 kr.

Staður: Gøtu skúli. Mikudag frá kl. 16.00.

DRAMA (14 ÁR OG YNGRI)

Skeiðið byrjar eftir nærri avtalu við læraran.

Tilmelding: Noomi Reinert, tlf.: 228901

Kostnaður: 300 kr.

Staður: Losjan Glotti