Back

Ferðavinna

Eysturkommuna er limur í felagnum Ferðavinnan í Eysturoy. Í felagnum eru virkir og feløg, sum arbeiða innan ferðavinnuna, umframt allar kommunurnar í Eysturoy.

Kunningarstovur eru í Runavík og Fuglafirði og limagjaldið frá kommununum er við til at fíggja virksemið á kunningarstovunum. Harafturat ger felagið ein faldara og annað tilfar í samband við ferðavinnuna.

Felagið hevur eina heimasíðu, sum eitur www.visiteysturoy.fo. Á heimasíðuni er kunning um ferðing og aðrar tænastur í Eysturoy.