Back

Lugarið

Lugarið í Leirvík varð gjørt í stand og tikið í nýtslu í 2000, eftir at hølini høvdu verið óbrúkt í eina tíð. Frammanundan hava kiosk og íshús húsast í lítla hvíta og svarta bygninginum niðri á Bakka 1, beint omanfyri gamla bátahylin.

Kommunan eigur og rekur Lugarið, og verða hølini brúkt av arbeiðsmonnunum hjá Eysturkommunu, umframt at fleiri eldri menn í bygdini samlast fyrrapart gerandisdagar til ein kaffimunn og prát.

Lugarið er eitt samlingsstað fyri eysturbúgvar, og øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið til kaffi og prát. Opið er vanliga fyrrapart gerandisdagar.