Back

Grundstykkir

Vit arbeiða miðvíst fram ímóti at nøkta eftirspurninginum eftir grundstykkjum í øllum bygdunum. Niðanfyri sært tú hvørji grundstykkir eru tøk í løtuni. Tú kanst antin søkja um at koma á bíðilista eftir grundstykkjum fyri ávísar bygdir í kommununi, ella tú kanst trýsta teg inn á eitt tøkt grundstykki og søkja um júst tað grundstykkið.

Eysturkommunu býráð hevur, á býráðsfundi tann 30.10.2017 samtykt, at øll, ið eru og ynskja at vera á bíðilista til grundstykki í Eysturkommuna, skulu gjalda 20.000,- í depositum. Somuleiðis skulu nýggir umsøkjarar gjalda depositum, og umsóknin um grundstykki tekur við, tá ið goldið er.

Tá umsøkjari fær bjóðað grundstykki, gongur depositummið inn í keypið av grundstykkinum, tvs. at depositummið verður trekt av keypsprísinum. Um umsøkjari velur at strika seg av bíðilistanum, verður upphæddin endurgoldin.

Við Gøtugjógv Trýst fyri at síggja meir
Einki grundstykki tøkt í løtuni
Undir Gøtueiði Trýst fyri at síggja meir
Einki grundstykki tøkt í løtuni
Syðrugøta Trýst fyri at síggja meir
Einki grundstykki tøkt í løtuni
Norðragøta Trýst fyri at síggja meir
Torbjarnargøta 12 Stødd: 648 m 2 Prísur: 97.200
Leirvík Trýst fyri at síggja meir
Einki grundstykki tøkt í løtuni