Back

Býarætlan og byggisamtykt

Býarætlan

Arbeiði við at gera nýggja býarskipan og byggisamtykt var ein longri tilgongd, sum tók nøkur ár eftir at Leirvíkar og Gøtu kommuna løgdu saman til eina kommunu. Tað, sum er sermerkt við hesum stóra arbeiði, er at kommunan hevur fyrst arbeitt við at gera eitt Bygdaratlas fyri bygdirnar, ið lýsir søguna hjá bygdunum og verandi støðu. Síðani hevur verið arbeitt við Visiónsstrategi, sum lýsir hvørjar ætlanir kommunan hevur. Út frá hesum arbeiði er nýggj býarskipan og byggisamtykt gjørd.

Fleiri broytingar eru gjørdar í nýggju byggisamtyktini í mun til tær gomlu byggisamtyktirnar. Millum annað verður nettonýtslustig ikki brúkt longur, fleiri økir eru bólkað í serstaka byggisamtykt, økir eru umhvørvisflokkað, byggistig eru flokkað og ikki at gloyma er nú ein byggisamtykt fyri allar bygdirnar ístaðin fyri tvær byggisamtyktir.