Back

Leirvíkar skúli

Undirvísing hevur verið í Leirvík frá gamlari tíð. Vanligt var fyrr, at børn blivu undirvíst heima av foreldrum sínum, ella at tey fóru í annað hús at fáa undirvísing. Í fólkateljingini frá 1801 verður sagt at Elsebeth Thormansdatter heldur skúla í Leirvík.

Í kommunulógini frá 1872 verður álagt kommununum at syrgja fyri, at øll børn fáa 7 ára undirvísing. Í 1883 verður fyrsti skúlin bygdur í Leirvík. Hesin skúlin hevði eina skúlastovu.

Losjan

Fyrsti skúlin í Leirvík

Í 1929 verður nýggjur skúli bygdur við Ranggil longri niðri í bygdini. Hesin skúlin hevur tvær skúlastovu og gong í niðaru hæddini. Ovara hæddin er læraraíbúð.

Í 1962 verður skúlin útbygdur við tveimum skúlastovum, fimleikarhøll og lærarastovu, so nú hevur skúlin 4 skúlastovur.

Í 1982 verður skúlin aftur útbygdur við tveimum lonum. Nú fær skúlin 4 skúlastovur aftrat, hesar eru kombineraðar, so tær bæði kunnu brúkast sum vanligar skúlastovur, men eisini verða tær brúktar sum fakhøli. Ein stova verður gjørd soleiðis, at hon eisini kann brúkast til smíð og evning. Ein stova verður gjørd soleiðis, at hon eisini kann brúkast til alis/evnafrøði, køk og lívfrøði. Ein stova verður gjørd soleiðis, at hon eisini kann brúkast til handarbeiði. Í útbyggingini er eisini góð svimjihøll og bókasavn.

Leirvikar-skuli

Leirvíkar skúli í dag

Frá tí at skúlin byrjaði í 1870-unum og fram til 2010 er skúlaskipanin í bygdini tann sama. Børn í 1. til 7. flokki ganga í skúla her. Í 1965 verður skúlaskipanin víðkað við framhaldsdeild, sum er í Fuglafjarðar skúla.

Í 2009 verður skúlin víðkaður við eini deild fyri næmingar við autismu. Næmingarnir vóru fyrsta árið í bygninginum á Gásamýru, síðani fluttu teir út í skúlan. Deildin er í stovuni, sum fyrr var bókasavn.

Kommunurnar leggja saman

Í 2010 varð skúlaskipanin broytt. Samanlagda kommuna, Eysturkommuna, ger av, at skúlin í Leirvík skal vera til børnini í forskúlanum og til og við triðja flokki. Næmingarnir í 4. til 7. flokki skulu ganga í Gøtu skúla. Børnini í framhaldsdeildini ganga framvegis í Fuglafjarðar skúla.

Í sambandi við hesa umlegging av skúlabygnaðinum verður skúlin útbygdur við tveimum skúlastovum og einari miðhøll við bókasavni. Skúlastovurnar í 1929 skúlanum skulu umbyggjast til skrivstovu til fyrstalærara og arbeiðshøli til lærarar. Íbúðin uppi á loftinum verður brúkt til goymslu. Henda útbyggingin verður liðug í 2012. mynd av útbyggingini.

Tekniskt er skúlin væl útgjørdur, allar skúlastovur hava samvirkna talvu. Skúlin hevur 25 farteldur í tveimum vognum. Øll flokshølini hava kombineraðan prentara, skannara og kopi maskinu. Eisini hevur hvør flokkur talgilt myndatól.

Tey, sum vilja vita meira um skúlasøguna hjá Leirvíkar skúla, kunnu hyggja í Leirvíkar søgu bind 3.