Back

Gøtu skúli

Gøtu skúli

Í Gøtu skúla ganga í dag omanfyri 100 næmingar í 5 flokkum. Flokkarnir eru frá 4. til 7. árgang. Skúlin heldur til í 2 bygningum. Tann eldri bygningurin er frá 1929, og tann nýggjari frá 1974 og 2010.

Í 1929-skúlanum eru 4 lærugreinastovur til handarbeiði, evning og smíð. Í 1974/2010-skúlanum eru 3 lærugreinastovur til náttúrulærugreinir, heimkunnleika og tónleik, 8 floksstovur, 2 smærri serstovur, fimleikar-/svimjihøll, bókasavn, lærarastova og skrivstova.

Skúlin er sera væl útgjørdur við m.ø. samvirknum talvum, tráðleysum neti um allan skúlan og við rullandi telduvongnum. Allir lærararnir hava farteldur til láns frá skúlanum.

Myndadepilin hjá Skúlanum í Eysturkommunu