Back

Heilsufrøðingur

Arbeiðið hjá heilsufrøðinginum er í stóran mun fyribyrgjandi og heilsufremjandi. Heilsufrøðingurin kannar og eygleiðir við jøvnum millumbili barnið, frá tí tað er føtt til tað er liðugt í fólkaskúlanum.

Heilsufrøðingurin ráðgevur og stuðlar foreldrunum viðvíkjandi kropsligu, sosialu og sálarligu menningini hjá barninum.

Kari Johannesen er sett sum heilsufrøðingur á smábarnaøkinum í Runavíkar- Fuglafjarðar- og Eysturkommunu. Hon hevur tel. 562377.

Inga Símunardóttir er sett sum heilsufrøðingur í skúlunum í Fuglafjarðar- og Eysturkommunu. Hon hevur tel. 562375.

Les meira um heilsufrøði til børnum og ungum á www.gigni.fo.