Back

Umsorganarsvík og ágangur

Stutt leiðbeining til fólk sum starvast við børnum og til onnur, ið varnast, at børn eru, sum ikki hava tað gott.
Hvat er umsorganarsvik/ágangur móti børnum og ungum
Talan kann bæði vera um aktivar og passivar handlingar hjá foreldrunum ella øðrum vaksnum fólki, sum í styttri ella longri tíð hava ábyrgd av barninum ella tí unga.

Umsorganarsvik/ágangur er:

  • Likamligur/sálarligur harðskapur og mishandling
  • Likamlig/sálarlig vanrøkt (umsorganarsvík)
  • Kynsligur ágangur
  • Tað er umráðandi, at vit eru varug við tey tekin, sum børn/ung senda, og síggja tað sum eitt róp um hjálp.

Tekin tú skalt varnast:

Fysiskur harðskapur:

  • Blá merkir, rípur eftir eitt nú sløgum við reim ella stavi, sjónligir reyðir prikkar, sum kunnu stava frá sløgum við hárbust.
  • Brannsár og bløðrur – frá sigarettum, sigaretttendrara o.t.
  • Blá merkir á hálsinum, ella merkir, sum kunnu vera tekin upp á eina roynd at kvala
  • harðligur atburður móti øðrum børnum

 

Sálarligur harðskapur

  • Atburður, ið víkur frá
  • At barnið ikki dugur nóg væl at tosa
  • Taluhátturin hjá barninum – málburður – tað barnið fortelur um sín gerandisdag
  • Sjálvshóttandi atferð
  • Vanrøkt/umsorganarsvík
  • Matpakkin hjá barninum manglar ofta, ella er í ringum standi
  • Vánalig ella sera skitin klæði og klæði, sum ikki hóska til árstíðina
  • Vánaligt reinføri
  • Barnið verður latið á stovn og heintað aftur undir vánaligum og óstøðugum umstøðum
  • Manglandi grundleggjandi vitan kann vera tekin um vánaliga stimbran
  • Atburður, ið víkur frá
  • Talan kann bara verða um at seta barnið í fostur um tað ikki er møguligt at loysa trupulleikan meðan barnið býr heima.

Í málum um fysiskan harðskap ella kynsligan ágang verður altíð tikin støða til, um grundarlag er fyri at melda tann, ið hevur framt harðskapin til løgregluna. Er talan um álvarsaman harðskap, verður tilburðurin altíð meldaður til løgregluna.

Í teimum førum har foreldrini ikki vilja – ella megna – at samstarva um ta fyriskipan, sum er sett í verk, ger barnaverndartænastan eina meting, um grundarlag er fyri at innstilla til at taka barnið úr heiminum uttan samtykki frá foreldrunum. Avgerðina eigur Høvuðsbarnaverndarnevndin.

Hvat hendir tá tú ringir til barnaverndartænastuna
Á barnaverndartænastuni er møguleiki at koma í samband við ein sosialráðgeva.

Tú kanst fáa ráðgeving, uttan at upplýsa hvat barn talan er um. Eingin fyriskipan verður sett í verk, einans av tí orsøk, at tú hevur tørv á at tosa við onkran um tað, tú hevur varnast.

Tað vil siga, at tínir spurningar ella upplýsingar nýtast ikki at seta nakra fyriskipan í verk. Tað er heldur ikki neyðugt at upplýsa familjuni, at tú hevur ringt til barnaverndartænastuna. Hetta kann bíða til avtala er gjørd við sosialráðgevan um, hvat skal henda í málinum víðari.

Soleiðis kanst tú gera, varnast tú okkurt, ið ikki ruggar rætt
Tosa við starvsfelagar/leiðslu um tað tú hevur illgruna um
Set teg í samband við barnverndartænastuna og fá dulnevnda ráðgeving
Tosa við foreldrini hjá barninum um tað, tú hevur illgruna um
Stúrir tú enn fyri støðuni hjá barninum kanst tú:
Siga við foreldrini, at tú stúrir fyri barninum og, at tú hevur í hyggju, at taka tað upp við barnaverndartænastuna.
Tosað við barnaverndartænastuna.
Gera eina skrivliga frágreiðing til barnaverndartænastuna, sum inniheldur:Navn og bústað hjá barninum og hjá foreldrunum
Hvussu leingi tú hevur kent barnið og familjuna
Lýsing av tí, sum tú hevur varnast
Hvat tú hevur sagt við foreldrini og hvat hava tey sagt/gjørt í tí sambandi
Hevur tú ikki tikið trupulleikan upp við foreldrini, frágreiðing um hví
Tín meting um, hvørji fyrilit skulu takast um so er, at ein fyriskipan skal setast í verk
Barnaverndartænastan kann vátta fyri skúlanum/stovninum, at hon hevur fingið frágreiðing um málið, og at hetta verður kannað. Bert við samtykki frá foreldrunum, ella tá hetta verður mett neyðugt til tess at røkka endamálinum við eini fyribyrgjandi fyriskipan, verður tann sum fráboðar kunnaður um, hvat víðari hendir í málinum.
Kelda: Barnaverndarstovan