Back

Fráboðanarskyldan

Fráboðanin er fyrsta fet at støðga eini syrgiligari lagnu.
Tað er ikki altíð lætt at vita við vissu, nær eitt barn er fyri misrøkt ella ikki, men sum borgarar í samfelagnum eiga vit ikki at venda blinda eyga til, tá vit hava varhugan av, at talan er um misrøkt av einum barni. Vit skilda barninum bestu kor at liva undir, og eiga tí at boða mynduleikunum frá hesum.

Lógin um barnavernd er sera greið tá talan er um fráboðan. Øll hava vit skildu at boða mynduleikunum, um vit kenna til mál, har barn verður fyri misrøkt. Lógin sigur at øll hava fráboðanarskyldu, men skilur tó ímillum meiniga borgaran og tann sum í starvi sínum hevur við børn at gera, tá talan er um navngivna fráboðan.

Tínar skyldur
Lógin um barnavernd sigur, at øll hava fráboðanarskyldu, men skilur millum vanliga borgaran og tey, sum í starvi sínum hava við børn at gera.

Tú kanst sum vanligur borgari vera ónavngivin, tá ið tú boðar frá. Men arbeiður tú við børnum og gjøgnum títt arbeiði fært kunnleika um barnamisrøkt, hevur tú skyldu at upplýsa títt navn.

Barnaverndin skal viðgerða innkomnar fráboðanir sum skjótast og í seinasta lagi innan eina viku.

Lóggáva: Kapittul 3 – Fráboðanarskyldan
§ 14. Øll, sum í starvi sínum hava við børn at gera og sum í hesum sambandi fáa kunnleika til viðurskifti ella hava orsøk til at halda, at viðurskifti eru, sum krevja, at komið verður uppí eftir hesi lóg, hava skyldu til navngivin at boða barnaverndartænastuni frá hesum. Fráboðanarskyldan sambært hesum stykki verður sett fram um ásetingarnar í øðrum lógum um tagnarskyldu í viðkomandi yrkjum.

Stk. 2. Tann, ið fær kunnleika til, at foreldur ella annar uppalari vanrøkir, meinslar ella misnýtir eitt barn, ella at barnið á annan hátt livir undir viðurskiftum, ið kunnu skaða tess sálarligu ella likamligu heilsu ella menning, hevur skyldu til at boða avvarðandi barnaverndartænastu frá hesum. Fráboðarin kann vera ónavngivin.

Stk. 3. Fráboðast skal eisini eftir stk. 1 og 2 um kvinnu, ið er við barn, tá ið mett verður, at tørvur er á stuðli sambært hesi lóg, t.d. vegna rúsevnismisnýtslu, sosialum ella sálarligum ávum.

Stk. 4. Barnaverndartænastan skal sum skjótast, og seinast innan eina viku, ganga ígjøgnum innkomnar fráboðanir og meta um, hvørt kanningar skulu setast í verk sambært hesi lóg, sí §§ 45 og 49.

Stk. 5. Barnaverndartænastan skal boða fráboðara sbrt. stk. 1 frá, hvørt fráboðanin er móttikin.