Back

Gjái

Gjái

Dagstovnurin Gjái heldur til í Gøtugjógv og hevur pláss til 70 børn. Á stovninum er ein vøggustovan og tríggjar barnagarðsstovur: á Helluni, í Gjónni, á Rókini og á Látrinum.

Umframt leiðaran starvast á stovninum 8 námsfrøðingar, 8 hjálparfólk, 2 stuðulsfólk við námsfrøðiligari útbúgving, 1 húsavørður og 2 vaskifólk.

Umhvørvið kring stovnin er sera náttúruvinarligt, og er tí nógv virksemi uttandura tá veðrið loyvir tí. Til dømis kann nevnast strondin, viðarlundin, gjógvin, og grøni hagin, ið umringar lítlu bygdina við Gøtugjógv.

Stovnurin lat upp tann 1. februar 2000, og leggur stóran dent á felagsskap, trivnað, virðing og menning. Hesi virðir innibera at í tryggum rammum at skapa ein gerandisdag við føstum rytmum og virðing fyri hvørjum øðrum at skapa møguleikar fyri trivnaði ígjøgnum spæl, við at menna kreativu evnini og at fáa hóskandi avbjóðingar at leggja dent á, at børn og starvsfólk kenna seg ríkari og glaðari, og mennast í gerandisdegnum.

Okkara námsætlan:

  • Barnsins flølbroytni og persónliga menning
  • Sosialur førleiki
  • Málmenning
  • Kroppur og rørsla
  • Náttúran og náttúrufyribrygdi
  • Mentan

Ársætlanin fyri stovnin er deild upp til 2 mánaðir fyri hvørt av hesum evnum, har hvør stova tilrættisleggur sítt virksemi út frá hesum. Vit hava ígjøgnum árið nøkur felagstiltøk, so sum verkstaðsviku, felags túrar og annað, hvar vit arbeiða tvørs av stovunum.

Tað er av týdningi, at allir partar leggja seg eftir at fáa í lag eitt gott samstarv sínámillum. Um ónøgd er, er umráðandi, at báðir partar tosa opið og beinleiðis við hvønn annan.

Foreldrafundir verða hildnir tvær ferðir árliga.

Á stovninum er eitt foreldraráð.

Tað kemur fyri, at barninum tørvar serliga viðgerð ella eyka stimbran innan ymisk øki. Um vit, ella tit gerast varug við eitthvørt, er umráðandi, at vit tosa opið saman. Hetta fyri at barnsins tørvur verður nøktaður, soleiðis at barnið fær bestu fyritreytir at mennast undir. Stovnurin hevur í samráð við foreldrini møguleika at leita sær serkøna hjálp og ráðgeving frá náms- og sálarfrøðiligu ráðgevingini (NSR).

Vit hava eisini møguleika at fáa ráðgeving frá sosialdeildarleiðaranum hjá Eysturkommunu í samband við barnaverndarmál og annað.

Myndadepilin hjá Gjáa