Back

Brúsi

Brúsi

Brúsi er dagstovnur hjá Eysturkommunu, sum varð tikin í nýtslu tann 10. august 2009. Pláss er fyri 84 børnum, og á dagstovninum starvast 21 starvsfólk (námsfrøðingar, hjálparfólk, húsavørður og vaskifólk).

Fimm stovur eru í Brúsa – tvær vøggustovur, ein smábarnastova og tvær barnagarðsstovur.

Stovurnar eru ljósar og stórar og hava allar eitt bólkarúm og eitt goymslurúm. Miðstovan er stór og avbjóðandi og verður nýtt til nógv felags virksemið eins væl og stovurnar brúka hana einkultvís. Spæliplássið er stórt, spennandi og mennandi, og harafturat hava vit vakra náttúru, fótbóltsvøll, Limmilund og Brúsá beint við.

Stovnurin er opin frá kl 07.15 til kl 17.00. Børn sum eru innskrivað hálva tíð (fyrrapart) skulu verða avheintað í seinasta lagi kl 12.30.

Myndadepilin hjá Brúsa