Back

Barnaansing

Dagstovnar í Eysturkommunu

Í Eysturkommunu hava vit eitt fjølbroytni av møguleikum til familjuna. Tveir dagstovnar eru í ávikavist Leirvík og við Gøtugjógv. Harafturat hava vit eisini eitt Frítíðarheim til børn í forskúlaaldri og upp til 2. flokk. 

Meðan Brúsi og Gjái bjóða ansing av børnum í einum tryggum og góðum umhvørvi, hevur Frítíðarheimið til endamáls at geva børnunum ein tryggan og avbjóðandi gerandisdag, heldur sum eitt frítíðartilboð enn ansing. T.v.s. børnini kunnu eftir skúlatíð koma á Frítíðarheimið at hugna sær og spæla saman við øðrum børnum.

Gjald fyri ansing

Gjaldið fyri barnaansing verður avgreitt sum sjálvvirkandi gjaldsavtala umvegis GjaldSkipanina. Samtykki um gjald fyri barnaansing er at fáa á stovnunum og á kommunuskrivstovuni.

Ansingargjald:
Børn 0-3 ár  - Full tíð: kr. 1.800,-     Hálv tíð: kr. 900,-
Børn 3-7 ár  - Full tíð: kr. 1.700,-      Hálv tíð: kr. 850,-

Skúlaspírin/Frítíðaransing (0. flokkur)   kr. 1.700,-
Frítíðaransing 1. og 2. flokkur                    kr. 900,-

Juli mánaður er gjaldsfríur.

Um tygum/tit hava 3 ella fleiri børn í ansing, fáa tygum/tit systkinaavsláttur. T.v.s. at 2 børn gjalda fullan prís, meðan hini gjalda ½ prís. Systkinaavslátturin er ½ prísur av lægstu gjøldunum.