Bóndagarðurin hjá Rasmus

Úti á Vík í Leirvík liggur bóndagarðurin hjá Rasmus Norup. Rasmus, sum kemur úr Viborg,  yvirtók garðin í mars 2013. Garðurin er umleið 5 merkur stórur.

Rasmus gongur høgt upp í góðsku og sigur, at á garðinum eru 34 mjólkineyt, sum framleiða 400.000 litrar av mjólk um árið. Hetta verður mett at vera sera effektiv mjólkaframleiðsla.

Umframt at framleiða mjólk, selur Rasmus eisini neytakjøt og høsnaregg. Hendan sølan fer fram alt árið, og tað er ikki bara lokal søla. Neytakjøtið verður selt um allar Føroyar.

Ætlanin er at fáa fleiri høsn í framtíðini, tí eftirspurningurin eftir eggum er stórur.

Tað er nógv at gera á garðinum, so Rasmus hevur 1-2 fólk í starvi. Herundir plagar hann at hava næmingar úr t.d. Danmark og Svøríki á garðinum.

Bóndagarðurin úti á Vík er eisini at finna á Facebook. Her liggur hann undir navninum “Fjósið í Leirvík”.

Search by