Back
Skrivað tann 5. apríl 2019

Avloysarar til Eldrasambýlið Vesturstova í Fuglafirði

Vit sóknast eftir avloysarum, sum brenna fyri at skapa góð og virðilig kor til eldri borgarar. Vit ynskja, at tú byrjar skjótast møguligt.

Tørvur er á avloysarum, sum kunnu arbeiða dag-, kvøld- og náttarvaktir. Tú hevur sjálv/ur møguleika fyri at avgera, hvørjar vaktir tú kanst arbeiða.

Førleikakrøv og karmar:

  • Útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
  • Tú hevur góð samskiftisevnir, eins og førleika, áhuga og hegni til at veita eldri borgarum stuðul og hjálp til at megna sín gerandisdag.
  • Evni og áhuga í at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing.
  • Góð tvørfaklig samstarvsevnir.
  • At tú ert opin og fleksibul í mun til skiftandi tørvir hjá borgarunum.

Starvið snýr seg í høvuðsheitum um at veita røkt til eldri borgarar.

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi og jaligt arbeiðsumhvørvi.
  • Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar.
  • Gott samstarv við onnur fakfólk.

Setan og løn:

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála við avvarðandi fakfeløg. Um tú ynskir nærri kunning, ert tú vælkomin at ringja til Elsebeth V. Simonsen, deildarleiðara í Vesturstovu á tlf. 73 02 32

Umsóknir:

Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu skulu sendast til:

Nánd

Oyran 2

512 Norðragøta

ella á teldupost: nand@eystur.fo

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m. Samstarvið hevur heitið Nánd. Dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýli, eitt dagtilhald fyri demens, og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt. Sí meira um Nánd á www.eystur.fo