Arbeiðsfólk til Eysturkommunu

Eysturkommuna søkir eftir einum arbeiðsfólki at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur:

Viðlíkahald av vegum, gøtum, kloakkum, vatnleiðingum, fríøkjum og aðrar fyrifallandi uppgávur.

Tað er fyrimunur at tann í settur verður hevur:

  • Arbeitt við kommunalum uppgávum
  • Stóra koyrikorti
  • Dugir at koyra entreprenørmaskinur, lessimaskinur o.a.

Vit vænta, at tú:

  • Dugir at samstarva og er fyrikomandi
  • Er arbeiðssamur, dugnaligur og vælskipaður
  • Er ein arbeiðsglaður starvsfelagi

Setanarviðurskiftir:

Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum avvarandi yrkisfelag og KAF.

Umsóknir:

Umsóknir skulu sendast til eystur@eystur.fo

Umsóknarfreist er týsdagin 25. februar 2023.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jógvan Júst, rakstrarleiðara á telefon 730089

Search by