Back
Skrivað tann 12. september 2018

Arbeiðsfólk til Eysturkommunu

Eysturkommuna søkir eftir 2 arbeiðsfólkum at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur:

·         viðlíkahald av vegum, gøtum, kloakkum og vatnleiðingum

·         fríøkir, spælipláss v.m.

·         aðrar fyrifallandi uppgávur

Førleikar:

Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tey, sum sett verða, hava stóra koyrikortið, og hava royndir við og er før fyri at koyra vanligar entreprenørmaskinur, eitt nú gravi – og lessimaskinur.

Vit vænta, at tit eru samstarvandi, arbeiðssom, dugnalig og vælskipað. Umráðandi er, at tey, ið sett verða, eru fyrikomandi og arbeiðsglaðir starvsfelagar.

Setanarviðurskiftir:

Talan er um tvey fulltíðarstørv. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum avvarandi yrkisfelag og KAF.

Umsóknir:

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, c.v., viðmælum v.m. skal sendast til:

Eysturkommunu
Oyran 2
512 Norðragøta

ella teldupost: eystur@eystur.fo

Umsóknir skulu vera Eysturkommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin, 26. september 2018.

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Jógvan Ósá, tekniska leiðara, tlf. 730013.