Aloe Vera í Syðrugøtu

Í Tungu, í Syðrugøtu, liggur einstaklingafyritøkan Aloe Vera, sum Mourentsa Mohr eigur og rekur. Fyritøkan, sum hevur góð 20 ár á baki, er bæði smásøla og heilsøla av hesum heimskenda og vælumtøkta merki.

Aloe Vera vørurnar, sum Mourentsa selur, koma beinleiðis úr Ísrael. Úrvalið fevnir um sápur, shampoo, creme og gelé. Talan er um serstakan úrdrátt, tí aloe vera plantan er úr Jordan-dalinum og fær vætu og mineralir úr Deyðahavinum.

Mourentsa selur vøruna í handlinum í Syðrugøtu, eins og hon samskipar sølu um alt landið, við m.a. homeparty.

Umframt Aloe Vera er eisini møguleiki at taka sól (solarium) og keypa smúkkur í handlinum. Snøggu smúkkurnar, ið eru nikkelfríar, eru hondgjørdar í Ísrael og eru úr ektaðum silvuri.

SaveSave

SaveSave

SaveSave

Search by