Hannis Thomsen eigur og rekur Sp/f BMT. Fyritøkan bleiv upprunaliga stovna undir navninum HT-smíð í 2011, men skifti í 2015 navn til Sp/F BMT.
Í høvuðsheitum ger fyritøkan alt vanligt timburarbeiði. Tað er at smíða hús og gera vanligt umvælingararbeiði, sum t.d. skifta tak og vindeygu. Harumframt ger Sp/F BMT eisini alt vanligt stoypiarbeiði, og eru serkønir at gera stoypiarbeiði við sjóvarmálanum, sokallaðir hamarar. M.a. av hesi orsøk er fyritøkan í tættum samstarvi við Green Marine Divers.
Skrivstovan hjá Sp/F BMT er á Bryggjuni í Leirvík. Her húsast tey á ovastu hædd á Bátasavninum. Í løtuni eru 6 fólk í starvi, herundir eitt skrivstovufólk.
Fyritøkan tekur eisini fólk inn, tá fleiri verkætlanir eru samstundis. Hannis Thomsen, sum sjálvur var í læru hjá Svenn Olsen, ætlar at taka onkran í læru í næstum.
Virksemið hjá fyritøkuni er um alt Føroyar, men í løtuni er tað mest lokalt. Harumframt hevur fyritøkan eitt sindur av arbeiði í Danmark og í Grønlandi, og tá er talan um samstarv við fyritøkurnar MT Højgaard-Grønland og Per Aarslev.