TíðTiltak < sunnudagur 5. september >
14:00 -18:00
Almennur fyrilestur í Bátasavninum
Í samband við norrøna millumársfundin, sum er í Eysturkommunu hetta vikuskiftið, skipar Norrønafelagið í Leirvík fyri almennum fyrilestri á Bátasavninum í Leirvík sunnudagin kl. 14.00, har Kári Mortensen frá Jarðfeingi fer at greiða frá um orkuframleiðslu og orkunýtslu og møguleikar fyri varandi orku í Føroyum. Fyrilesturin verður á norðurlendskum máli.

Norrønur millumársfundur verður hildin annað hvørt ár millum hvørja vinabýastevnu og er hesuferð í Eysturkommunu. Tað eru norrønu vinarbýirnir hjá Eysturkommunu, Borgarbyggð í Íslandi, Falkenberg í Svøríki, Odsherred í Danmark og Ullensaker í Noregi, sum luttaka umframt Norrønu feløgini í somu kommunum.

Fyrilesturin sunnudagin er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin