Øll eiga vit at hava í huga, at dagsins samfelag krevur, at alsamt størri dentur verður lagdur á umhvørvislig viðurskiftir og krevur hetta, at hvør einstakur, og politiski myndugleikin gevur hesum ans. Tað hevur stóran týdning fyri trivnaðin í eini kommunu at borgarin følir seg tryggan í einum reinum og vøkrum umhvørvi.